Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stjørnan spælir fyri møguleikanum

Ítróttur

Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava møguleika at spæla seg í hálvfinaluna í steypakappingini.

Seinasta umfar í innleiðandi kappiningini í steypakappingini verður leikt sunnudagin. Í bólkinum, Stjørnan er í, er støðan tann, at Kyndil hevur fýra stig og er komið í hálvfinalua, VB hevur 3 stig, Stjørnan 1 stig, meðan StÌF onki stig hevur. Sunnudagin tekur Stjørnan ímóti StÍF, meðan Kyndil og VB møtast í Havn.

Skal Stjørnan koma í hálvfinaluna, skulu tær vinna á StÍF samstundis sum Kyndil skal vinna á VB. Tað verður málmunurin sum avgerð, um tað verður Stjørnan ella VB sum koma í hálvfinaluna. Undan dystunum í morgin er støðan tann, at VB hevur +12 mál meðan Stjørnan hevur -10, sostatt skal Stjørnan innheintan 23 mál fyri at koma í hálvfinaluna, og tað er ikki ómøguligt. Seinast Stjørnan leikti móti StÍF, vann Stjørnan 31-18, og seinast Kyndil og VB leiktu móti hvørjum øðrun, vann Kyndil 34-28.

Stjørnuleikarnir siga, at tær fara at spæla fyri møguleikanum og vóna at fáa góða stuðul frá viðhalsfólkinum. Dysturin byrjar kl. 15

Harleyfacadeacryl