Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan spælir í Havn í kvøld

Ítróttur

Stjørnan vitjar oddaliðið í kvinnudeildini í Havn í kvøld.

Neistin liggur á odda í bestu kvinnudeildini við 10 stigum fyri 6 dystir. Stjørnan er næstaftast við 2 stigum fyri 6 dystir. Tá liðini møttust í Klaksvík í 1. umfarinum vann Neistin heili 36-16, so spurningurin er mest, um Stjørnan megnar at gera framstig frá tí dystinum ella um neistin aftur vinnur stórsigur. Úrslitini hjá Stjørnuni hava verið rættiliga óstøðug higartil í ár.
Dysturin í Høllini á Hálsi byrjar kl. 18.30 í kvøld.