Tað var ein rættuligur “gysari” av einum hondbóltsdysti, sum áskoðararnir fingu at síggja í KÍ høllini ídag, tá Stjørnan vann 24-21 á Neistanum.
Lagt var upp til ein spennandi hondbóltsdyst í Sunset kappingini í dag, tí hetta var 2. finaludysturin, og tá Neistin hevði vunnið fyrra finaludystin, var kravið til Stjørnuna ein sigur um Stjørnan skuldi gerast meistari.
Og frá fyrsta bríksli fingu vit ein rættuliga spennandi og kvikt leiktan dyst.
Neistin kom væl frá byrjan, og tá 6 minuttir vóru leiktir, var støðan 2-4 til Neistan. Men Stjørnan vildi ikki lata Neistan hava leiðsluna og spakuliga vant Stjørnan seg framum og hálvleiksstøðan gjørdist ein tepur 13-12 leiðsla til Stjørnuna.
Í seinna hálvleiki helt Stjørnan fast um leiðsluna og Neistin var støðugt aftanfyri við einum og viðhvørt trimum málum. Tó kom aftur spenningur í tá 23 minuttir vóru leiktir og støðan gjørdist 21-20. Men Neistin megnaði ikki at halda og hóast Stjørnan hevði tveir leikarar útvístar seinastu minuttirnar, so gjørdist endaliga støðan sum sagt 24-21 til Stjørnuna.
Liðini skulu sostatt hittast aftur leygardagin, og tá fellur avgerðin.




