1. kvinnuliðið hjá Stjørnuni tapti ídag móti VB í Klaksvík. Hálvleiksstøðan var 9-13 til VB ímeðan endaliga úrslitið gjørdist 19-26 til VB.
Tað gekk ikki hjá Stjørnuni ídag, at vinna á VB og harvið leggja seg klárt á odda í deildini. Dysturin gjørdist ikki serliga spennandi, tí VB átti, burtursæð frá byrjanini í fyrra hálvleiki, so at siga allan dystin.
Tað tóktist sum um at hvørki álopið ella verjan hjá Stjørnuni riggaðu ídag. Lítið bit var í skjúttunum hjá okkum, og tá so verjan hjá VB stóð væl, gekkst sera illa hjá Stjørnuleikarunum at koma ígjøgnum og til upplagdar møguleikar. Harafturat sóu vit nógvar misnýttar málmøguleikar og hinvegin tóktist verjan hjá Stjørnuni at vera alt ov opin og tað sýntist at vera alt av lætt hjá vongunum hjá VB at koma ígjøgnum.
Stjørnan skal leika í steypafinaluni ímóti VB og verður ikki lagt á annan bógv til tann dystin, so verður steypið valla í Klaksvík eftir finaludystin.




