Lagt er upp til ein spennandi dyst, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni og VÍF bresta saman í KÍ-høllini í morgin. Fimm umfør eru leikt í landskappingini, og hevur byrjanin hevur heldur trilvandi hjá báðum liðunum. Sum støðan er, so hevur Stjørnan 4 stig, meðan VÍF hevur 2 stig. Tað er tí ógvuliga umráðandi hjá báðum liðunum at vinna dystin.
Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 18.00.


