Seinasta umfar í innleiðandi kappingini verður um vikuskifti. Kvinnurnar hjá Stjørnuni leika í KÍ-høllini leygardagin kl. 15:00 móti Kyndli
Hóast tað longu er greitt, at tað verða Stjørnan og Tjaldur sum hittast í finalunum um Fm-heitið, so er eitt umfar í innleiðandi kappingini eftir at leika. Í hesum seinasta umfarinum skal Stjørnan á heimavølli leika móti botnliðnum Kyndil. Úrslitið av dystinum hevur ikki tann stóra týdningin, men dysturin er eitt upplagt høvi hjá Stjørnuni at royna nøkur ting av undan finaludystunum sum verða í komandi viku.
Sum nevnt, so byrjar dysturin kl. 15:00, so tað er upplagt fyrst at fara í høllina at stuðla Stjørnuni, og síðani til Runavíkar at stuðla KÍ, sum kl. 17:00 skal royna seg móti NSÍ.




