Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan tekur móti VB leygardagin

Norðlýsið

Seinasti dystur á heimavølli hjá Stjørnuni í millumumfarinum verður leygardagin, tá VB kemur á vitjan.

Hetta fyrstu ferð liðini møtast eftir steypafinaluna, sum Stjørnan vann greitt. Tað er onki at ivast í, at VB vil hava revanchu, og lagt er tí upp til ein spenndandi og undirhaldandi dyst.



Dystirnir millum Stjørnuna og VB hava mangan verið javnir og undirhaldandi. Síðani steypafinaluna hevur VB fingið styrk við einum donskum leikara, sum hevur staðið seg rættiliga væl, og skotið nógv mál í teimum báðum dystunum VB hevur leikt síðani steypafinaluna. Men stjørnuleikarnir vísa seg at vera væl fyri í løtuni. Tær hava leikt væl seinastu dystirnar, hava víst ein ótrúðlingan vilja og spæligleði. Kann hendan góða gongdin halda fram, so er kósin sett móti finaluni. Vit

gleða okkum til ein góðan og undirhaldandi dyst. Dysturin byrjar kl. 15:00.