Stjørnan skal í september mánað leika ímóti HK Slovan Duslo Sala úr Slovakia í Europa Cup.
www.ki.fo skrivar, at tann fyrri Evropa-Cup dysturin verður leiktur á heimavølli tann 6. ella 7. september og tann seinni verður leiktur í Slovakia tann 13. ella 14. september.
Sostatt verður tað rímiliga skjótt, at Stjørnu-kvinnurnar av álvara skulu royna tað nýggja gólvið, sum verður lagt á í KÍ-høllini í hesum døgum.




