Spennandi verður at sýggja hvussu fyrra hálvfinalan í Sunset kappingini millum StÍF og Stjørnuna fer at spæla av. Dysturin verður í høllini á Skála leygardagin kl. 15:00.
Stjørnan hevur havt gott tak á StÍF higartil í ár, men StÍF-
kvinnurnar hava ment seg nóg, og hava fingið góð úrslit
seinastsu dystirnar. Seinastu tríggjar dystirnar hava tær
leikt javnt móti VB, Kyndli og Neistanum. Sjálvt um Stjørnan
má metast av verða favorittur, so skulu tær fyrireika seg til harða
mótstøðu. Seinna hálvfinalan verður leikt í Klaksvík um eina
viku.




