Í einum vánaligum dysti í dag á Giljanesi, vann Stjørnan hóast spælið ikki var einum oddaliði líkt.
Skal Stjørnan liggja í toppinum í føroyskum hondbólti í bestu kvinnudeildini, so skal ein slíkur dystur, sum ímóti Søljuni ídag vinnast. Og tað megnaði Stjørnan eisini. Hálvleiksstøðan var 13-8, men tað var ikki fyrr enn í allar seinastu minuttunum, at Stjørnan rættuliga fór framum. Søljan hevði til tíðir verið frammanfyri í fyrsta hálvleiki.
Í seinna hálvleiki gekk nakað betur hjá Stjørnuni, hóast liðið ongantíð kom upp á tað spælið, tær hava víst móti sterkaru liðunum.
Men setningurin, tær høvdu fyri sær tá farið var varð greiddur og liggur Stjørnan nú á ovastu rók í kappingini.




