Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vann 24-14 á Stíf

Oliver Joensen

Bestu kvinnuliðini í hondbólti hjá Stjørnuni og Stíf hittust í ítróttarhøllini á Skála ídag og Stjørnan hevur nú meira enn annað beinið í finaluni.

Hetta var fyrri hálvfinaludysturin ímillum liðini bæði. Liðini fylgdust so dánt í fyrra partinum av fyrra hálvleiki, men móti endanum av hálvleikinum dróg Stjørnan frá soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 11-7 til Stjørnuna.
Í seinna hálvleiki øktist munurin javnt til endaliga úrslitið 24-14 til Stjørnuna.
Seinni dysturin verður sunnudagin um eina viku í KÍ-høllini.

Harleyfacadeacryl