Áskoðararnir vóru vitni til ein ikki serliga vælleiktan hondbóltsdyst ímillum arvafíggindarnar Stjørnuna og VB.
Tað var VB, sum kom betur frá byrjan, men við støðuna 3-6 til VB og eftir Timeout, vendi Stjørnan gongdini og VB steðgaði upp. Stjørnan kom upp á 9-6 áðrenn VB fekk sítt sjeynda mál og megnaði VB ongantíð rættuliga at koma afturíaftur í dystinum, sjálvt um sigast má, at Stjørnan gjørdi sera nógvar tekniskar villur og til tíðir hevði sera trupult við at fáa skotini ígjøgnum.
Men alt hetta megnaði VB ikki at gera sær dælt av og hálvleikstøðan gjørdist 16-12 og endaliga úrslitið sum sagt 26-17 til Stjørnuna.




