Stjørnan og Neistin leiktu í bestu kvinnudeildini ídag í KÍ-høllini og Neistin fekk bronsuheiðursmerkini, ímeðan Stjørnan skal spæla um silvur og gull ímóti VB.
Dysturin ídag í KÍ-høllini var eitt sindur tamur og kanska kemst hetta av, at leikararnir meta at kappingin longu er avgjørd. Tað var annars Neistin, sum eitt skiftið í fyrra hálvleiki var á odda 9-3, sum kom betur frá byrjanini. Men upp undir endan av hálvleikinum otaði Stjørnan seg framá Neistan, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 12-12.
Upp undir endan av seinna hálvleiki var tað Stjørnan, sum stýrdi leikgongdini og vann ein tryggan 26-19 sigur.




