Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vann 29-24 á StÍF

Oliver Joensen

Stíf og Stjørnan 1. deild kvinnur leiktu í ítróttarhøllini á Skála ídag og tað var Stjørnan sum fór við sigrinum og liggur nú fremst við 13 stigum. Nr. 2 er VB við 10 stigum.

Nú fyrsti dysturin í øðrum umfari í hondbóltskappingini hjá kvinnum er farin afturum, hevur Stjørnan lagt seg á odda við trimum stigum.
Vit frætta av Skála, at tað ongantíð var ivi um betra liðið, men at tað heppnaðist StÍF sera væl at draga spælið niður í tempo, soleiðis at tað ongantíð eydnaðist Stjørnuni rættuliga at fáa gongd á málskoringina hóast munur var á liðunum. Fyrstu 10 minuttirnar eydnaðist tað StÍF at koma framum, men hálvleiksstøðan gjørdist 14-9 til Stjørnuna. Endaliga úrslitið gjørdist sum sagt 29-24 til Stjørnuna. Komandi vikuskiftið verður rættuligt hondbóltsbrak í KÍ-høllini í Klaksvík. Meira um tað seinni.