Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vann á Kyndli í Havn í dag

Oliver Joensen

Sigursgongdin hjá Stjørnuni heldur áfram. Ídag stóð Kyndil fyri skotum og hóast stjørnan nýtti fleiri eykaleikarar, so vann stjørnan sannførandi við 25 málum ímóti 19.

Norðlýsið frættir, at Stjørnan var møtti ikki við sínum sterkasta liði í Havn ídag. Annika Ljósstein var ikki við í dystinum vegna sjúku og tíðliga í dystinum fekk Joan Georgjevich skaða í ein fingur og mátti út. Eisini nýtti venjarin høvi at brúka ungar leikarar og harafturat vóru Gunnvør Isaksen og Sólvá Eystberg á liðnum.
Støðan í hálvleikinum var 13-6 til Stjørnuna og munurin var eitt skiftið 9 mál, so sigast kann at sigurin hjá Stjørnuni var tryggur.
Úr Vági frætta vit, at har tapti VB 30-28 ímóti Neistanum.