Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vann á Kyndli uttan trupuleikar

Oliver Joensen

Hóast Kyndil var væl við í fyrrahálvleiki, so hevði Stjørnan ongar trupuleikar við at vinna á botnliðnum. Úrslitið gjørdist ein tryggur 28-21 sigur til Stjørnuna

Munurin á liðunum var væl størri, enn úrslitið sigur. At kyndlaliðið liggur niðast við ongum stigið og so gott sum er rykt niður í næstbestu deildina, er neyvan nakað at siga til. Tær høvdu lítið at bjóða uppá í dag. Einasta verunliga hóttanin á liðnum er Jacqlin Djurhus. Hóast hon gjørdist toppskjútti hjá Kyndli, so hevði hon í dag ikki ein av sínum bestu døgum, og kom tað serliga av, at verjan hjá Stjørnuna var væl skipað, og hevði kyndlaliðið av tí sama sera trupult við at spæla upplagdar málmøguleikar.
Sigurin hjá Stjørnuna kundi væl verið størri, men Gerster valdi skifta nógv út, og geva ungu minni royndu leikarunum nógva spælitíð, og tað er eisini í lagi. Sum heild komu leikarnir hjá Stjørnuni væl frá dystinum. Hugaligt at síggja Mariu við Neyst gera fleri góð mál frá vinstra vongi. Eisini Joan, sum hevur nógv darvað av skaðum í vetur, og tí ikki hevur verið so nógv við, leikti ein góðan dyst. Hon dugir væl at seta ferð á spælið, sum mangan hevur verið vørumerkið hjá Stjørnuni. Sum ikki einaferð, so gjørdist Simona toppskjútti fyri Stjørnuna við 11 málum.
Sunnudagin skal Stjørnan til Vágs at leika móti VB, og tað verður uttan iva ein truplari uppgáva.. Koyr á Stjørnan.