Søljan og Stjørnan leiktu hondbóltsdyst í bestu kvinnudeildini ídag. Úrslitið bleiv 26-13 til Stjørnuna.
Vit hava tíanverri onki annað fingið at vita um dystin uttan úrslitið. Hinvegin stendur nú greitt, at dysturin í Vági ímillum Stjørnuna og VB verður avgerðandi fyri hvør fer avstað við føroyameistaraheitinum. Tann dysturin verður leiktur um 14 dagar. Hondbóltskvinnurnar hjá Stjørnuni hava frí næsta vikuskiftið.




