Við sigri á VÍF fingu kvinnurnar hjá Stjørnuni teirra fyrsta sigur í hesum kappingarárinum
Liðið hjá Stjørnuni er rættiliga ungt, og fleiri av leikarunum hava lítlar royndir í bestu deildini. Liðið hevur ment seg nógv gjøgnum kappingina. Seinasti dysturin var trupli útidysturin móti VB, sum tær taptu tepurt 23-20, so vónirnar vóru góðar undan dystinum í dag móti VÍF.
Væl lá fyri Stjørnuni í dag, tær høvdu leiðsluna stórt sæð allan dystin. Hálvleiksstøðan var 15-10 til Stjørnuna.
Stjørnan økti eisini um leiðsluna gjøgnum seinna hálvleik, tá leiðslan var størst, var hon uppá 7 mál. VÍF fekk tó minkað um munin móti dystarenda, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 29-24 til Stjørnuna, og fingu stjørnukvinnurnar við sigrinum í dag, teirra fyrsta sigur í hesum kappingarárinum.
Samanumtikið kann sigast um sigurin hjá Stjørnuni, at talan var um eitt liðavrik. Viðmerkjast skal tó, at Rannvá Andreasen stóð sera væl í málinum, m.a. tók hon fleiri brotskøst. Tóra Eliasen var sum ikki einaferð sera vandamidil við sínum skjótum mótálopum, hon gjørdist toppskjútti fyri Stjørnuna við 8 málum.
Viðmerkjast skal, at VÍF liðið varð styrkt við einum gomlum stjørnukenningi. Talan er um Emu Bezanovic, sum í 2012 leikti við Stjørnun. Hon gjørdist toppskjútti fyri VÍF við 8 málum.
Málsjúttar:
VÍF: Ema Bezanovic 8, Daniella Joensen 5, Tóra Seloy 5, Randi Virgarsdóttir 2, Ronja Johannesen 2, Kathe Frederiksen 1 og Lív Ingdorsdóttir 1
Stjørnan: Tóra Eliasen 8, Jansy Jacobsen 5, Durita Ljóstein 4, Hervør Olsen 4, Sonja L. Sirdal 3 Jórun B. Nielsen 2, Ella Petersen 2 og Una Váðklett 1.
Myndin er tikin frá jn.fo. Fleiri myndir av dystinum kunnu síggjast HER




