Hóast Stjørnan ikki møtti við sterkastu uppstilling í Havn í kvøld, so stóð ikki á at vinna á Kyndli.
Stjørna er sterk í bestu kvinnudeildini, tað bleiv aftur staðfest í kvøld í Havn.
Alina, Joan og Durita vóru ikki við í Havn og hetta gav møguleika til yngru leikararnar, sum fult út leiktu upp til álitið frætta vit úr Havn nú dysturin er liðugur.
Kyndil megnaði so dánt at fylgja við í fyrra hálvleiki, sum endaði við einum 12-11 sigri til Stjørnuna, men í seinna hálvleiki dróg Stjørnan alt meira og meira frá Kyndli verður sagt. Dysturin endaði við einum tryggum 23-33 sigri til Stjørnuna.




