Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vann tepurt 23-22 á VB

Oliver Joensen

Hóast Stjørnan var aftanfyri í Vági eitt langt tíðarskeið í dystinum ídag, so eydnaðist Stjørnuni, at draga longra stráið

Tað var ikki bara sum at siga tað hjá Stjørnuni at hála sigurin heim.















Hálvleiksstøðan suðuri í Vági var 13-13 eftir at Stjørnan hevði verið afturút, og hóast tað gekkst betur hjá Stjørnuni í seinna hálvleiki, so hálaði VB seg so nógv fram á Stjørnuna í seinastu minuttunum, at eftir at tíðin var úti, hevði VB eitt tríggjarmeturkast eftir, sum kundi gjørt at tær fingu javnleik, men bólturin fór ikki í netið, sostatt endaði dysturin við einum teprum 23-22 sigri til Stjørnuna.