Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vann tryggan sigur á Søljuni

Oliver Joensen

Dysturin ídag, ímillum 1. kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Søljuni gjørdist ongantíð rættuliga spennandi, Stjørnan vann dystin 34-17.

Byrjanin av dystinum í dag í KÍ-høllini var rættuliga trilvandi. Onki sýntist at eydnast hjá Stjørnuni, men Søljan hinvegin megnaði ikki at gera sær dælt av vánaligu byrjanini hjá Stjørnuni.
Sjálvt um tað ikki var tað stóra hondbóltspælið vit sóu í fyrra hálvleiki, so dróg Stjørnan javnt frá Søljuni og hálvleiksstøðan varð 17-7 til Stjørnuna.
Í seinna hálvleiki fekk Stjørnan spælið betur at ganga og tað einu løtuna var støðan 31-13 til Stjørnuna. Seinastu minuttirnar tók Stjørnan sær av løttum og eydnaðist tað Søljuni at pynta eitt sindur upp á úrslitið til endastøðuna 24-17, so Søljan mátti vestur aftur í Vágarnar við einum stórtapi.