Tað var ongantíð nakar vandi á ferð í dystinum ídag, har Stjørnan leikti ímóti Søljuni tá 10 minuttir vóru leiktir var støðan 7-1 til Stjørnuna.
stjørnan legði seg á odda longu í byrjanini við 7 málum ímóti einum og hálvleiksstøðan gjørdist 15-6 til Stjørnuna. Í seinna hálvleiki helt Stjørnan mest sum støðuna alla tíðina og tá umleið 10 minuttir vóru eftir at leika, skiftið venjarin umsíðir yngru spælararnar inn. Teir stóðu seg eisini væl og endaliga støðan gjørdist 33-23 til Stjørnuna.
Sigast skal, at Stjørnan ikki leikti við sterkastu uppstilling, tá Alina Olaru ikki kom inn fyrr enn í øðrum hálvleikinum.
Dysturin í KÍ-høllini ídag gjørdist sostatt ongantíð spennandi. Tað sum størsti spenningurin kanska var um, var tá tað frættist úr Vági at javnleikur var ímillum VB og VÍF, men tann dysturin endaði tó við at VB vann við einum máli. Tað frættist úr Vági, at VB var ikki væl mannað til hendan dystin.




