Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vann trygt á Stíf ídag

Oliver Joensen

Ikki kann sigast at Stíf gav Stjørnuni nógva mótstøðu ídag í KÍ-høllini. Tað sum kanska var mest áhugavert við dystinum, var at síggja okkara ungu talent.

Stjørnan legði hart út, og tá 20 minuttir av fyrra hálvleiki vóru leiktir, var støðan 9-2 til Stjørnuna, og sum hálvleikurin leið, økti Stjørnan bara og í hálvleikinum var støðan 15-6 til Stjørnuna.
Serstakliga í seinna hálvleiki, fingu ungu talentini hjá Stjørnuni nógva spalitíð, og eisini varð fyrstimálmaðurin tikin út. Hetta gjørdi at Stíf fekk pyntað nakað uppá endaliga úrslitið, sum gjørdist 31-25 til Stjørnuna.