Hóast VÍF megnaði at geva Stjørnuni mótstøðu í fyrra hálvleiki í dystinum ídag, so hevði Stjørnan vápn, sum VÍF ikki megnaði at byrgja upp fyri.
Tað var við spenningi sæð fram til dystin ímóti VÍF ídag og sum gongdin var í fyrra hálvleiki, so sá út til at vit kundu fara at fáa ein javnan dyst, men so varð ikki. VÍF megnaði at halda tørn allan fyrra hálvleik og ikki fyrr enn uppundir endan av hálvleikinum eydnaðist tað Stjørnuni at fáa tvey skjót mál og leggja seg fram um við hálvleiksstøðuni 11-10.
Men beinanvegin í seinna hálvleiki helt Stjørnan framá at draga frá VÍF og tá málmunurin var 23-15 og bert sjey minuttir vóru eftir at leika, valdi venjarin at taka ungu leikararnar inn. Endaliga støðan gjørdist 25-19 til Stjørnuna.




