Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnu leikarar stóran leiklut á U19 landsliðnum

Ítróttur

Tóra Eliasen úr Stjørnuni gjørdist toppskjútti í stórsigri á Armenia mikudagin.

Stjørnan hevur tríggjar leikarar við á U19 landsliðnum hjá kvinnum. Tær eru Tóra Eliasen, Jórun Nielsen og Kristina Poulsen. Og hesar komu allar á máltalvuna mikudagin. Tóra gjørdi ikki færri enn 11 mál og harvið var hon toppskjútti á føroyska liðnum. 

HSF.fo skrivar: Føroyska liðið var favorittur undan dystinum móti Armenia, sum ikki verður mett sum nøkur hondbóltstjóð, hvørki hjá monnum ella kvinnur. Tað sást beinavegin, at stórur munur var á liðunum og kom Føroyar á odda 16-0 áðrenn Armenia skoraði. Okkara vunnu dystin 45-7, eftir 19-1 í hálvleikinum.

Í morgin møta okkara kvinnur Belgia í dystinum um fyrsta plássið í bólkinum. Til samanberingar vann Belgia 47-10 á Armenia og leikti 21-21 móti Estlandi í dag, so allarhelst verður talan um ein tættan og spennandi dyst í morgin kl. 16.00, føroyska tíð. Dysturin kann stroymast her:http://womenstrophy.ge

Dagsins leikari hjá Føroyum var Maria Halsdóttir Weyhe

Málskjúttar:
Tóra Eliasen 11, Maria Halsdóttir Weyhe 8, Guðrið Poulsen 6, Siw Matras 5, Jórun Bech Nielsen 4, Rannvá Dahl Hanusson 3, Gunnfríð Pálsdóttir Nólsoy 3, Kristina Poulsen 2, Beinta Bárðardóttir 1, Hanna H. Hansen 1, Magna Tórðardóttir 1

Harleyfacadeacryl