Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnu-leikarin Simona Petersen starvast á Statoil: Eitt kent Stjørnu-andlit trívist væl hjá STATOIL

Norðlýsið ÍTROTTUR

Ein av stóru profilunum á besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni, Simona Petersen, starvast á Statoilstøðini í Klaksvík, og hon trívist væl her, bæði á arbeiðsplássinum og í Klaksvík, her hon og maðurin í næstum fara at byggja sær hús.

Lítil ivi er um, at Simona Petersen er ein av allar bestu kvinnuligu hondbóltsleikarum, sum eru í Føroyum, og tað er eisini fyri hetta, at hon er víðagitin kring alt landið.

Í tí dagliga kanst tú hitta Simonu á Statoilstøðini í Klaksvík, har hon hevur starvast í umleið 1½ ár.

Tað var í 2000, at hon úr heimlandinum, Litava, hiðar til Føroya, her hon fyrst var eitt stutt tíðarskeið hjá Hondbóltsfelagnum Søljuni í Vágum, áðrenn hon legði leiðina til Klaksvíkar at spæla við Stjørnuni.

Í fyrsta umfari leikti hon við Stjørnuni í umleið 1½ ár, men so fluttu hon og maður hennara, Thorleif Eyðun Petersen, til Havnar, tí hann skuldi á maskinmeistaraskúla. Tey vóru í Tórshavn í 2-3 ár, og hesa tíðina spældi Simona við Neistanum.

Hesi seinastu árini hevur heimstaður teirra verið Klaksvík, og Simona er tí nú aftur at síggja í eyðkenda reyða búnanum hja Stjørnuni, har hon rættiliga ger um seg við óteljandi málum fyri suverana kvinnuliðið í Klaksvík.

Hevur sjálv lært
seg føroyskt

Síðan Simona fyri nú skjótt átta árum síðan kom til Føroya, hevur hon ongantíð verið í nøkrum skúla ella skeiði fyri at læra seg føroyska málið, men kortini hevur hon megnað at lært seg málið rættiliga væl.

Móðurmálið í Litava er litaviskt, og í skúlanum hevur hon harumframt lært russiskt og enskt, so í útgangsstøðinum er Simona rímiliga væl fyri málsliga.

Gaman í hoyrir tú, at hendan fyrikomandi kvinnan innan fyri diskin ikki hevur føroyskt sum sítt móðurmál, men hon dugir rættiliga væl føroyskt og klárar sera væl at samskifta, og blíða lyndið dregur sanniliga ikki frá.

– Eg havi ikki verið á nøkrum skúla, havi bara lært meg sjálv, men av tí at øll snakka bara føroyskt við meg, læri eg alla tíðina meira um málið.

– Eisini hevur tað verið ein stór hjálp fyri meg, at eg havi verið venjari hjá yngri hondbóltsliðum. Tá havi eg lært nógv av børnunum og teimum ungu.

– Og nú eiga vit ein son, sum eitur Lukas. Hann er 22 mánaðar gamal og ordiliga føroyskur, leggur Simona smílandi afturat .

Deiligt í Klaksvik
síðan tunnilin kom

Simona, sum 26 ára gomul, er sum nevnt fødd og uppvaksin í Litava, har systir hennara í dag býr, og hon vitjar javnan heimlandið.

Foreldrini búgva nú í USA, so leiðin hjá henni liggur eisini ofta tann vegin. Eitt nú hevur hon í ár longur verið heilar tvær ferðir í USA og vitjað foreldrini.

Baklandið hjá Simonu er sostatt rímiliga atjóðakent, men tað forðar henni ikki  at trívast væl í Føroyum og í Klaksvík.

– Mær dámar ordiliga væl her í Føroyum. Øll fólk eru fitt, og her er so at siga ongin kriminalitetur. 

– Tað er líka veðrið, sum kann verða eitt sindur troyttandi, men tað fáa vit sjálvandi ikki gjørt nakað við.

– Síðan tunnelin kom, er tað blivið ordiliga deiligt her í Klaksvík, staðfestir Simona, sum saman við manninum býr í einari íbúð hjá verforeldrunum.

– Vit ætla at byggja hús nú. Skjótt fáa vit eitt grundstykki Millum Hjalla her í Klaksvík, og so fara vit í gongd, og tað gleða vit okkum til.

Selur frukt
og etur sunt

Umframt at avgreiða kundar er uppgávan hjá Simonu at taka sær av vørunum í handlinum og annað fyrifallandi, og hon trívist sera væl á hesum arbeiðsplássinum.

– Eg eri ógvuliga glað fyri, at eg havi fingið starv her á Statoilstøðini. Hetta er tað besta arbeiðsplássið, sum eg havi havt her í Føroyum. Her er ordiliga deiligt

– Í Litava, har eg vaks upp, eru vit von við at eta nógv ymisk salat og fruktir, so tað passar væl til mín at selja frukt og annan góðan mat her, sigur blíða hondbóltsstjørnan, sum vit hittu í Statoilstøðini hendan dagin.