Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnudust og sentralisering

John William Joensen

5 DAGAR FYRI VALDIÐ: Hóast ivaleyst gott handverk, er innihaldsvirðið lítið annað enn undirhald, sum vanliga er at finna í litaðu pressuni úti í heimi

Leiðarin: Norðlýsið

Eisini her á landi hevur politikkur seinastu árini flutt seg eitt stórt fet nærri showbusiness hugtakinum. Líkt er til, at umráðandi er hjá dagsins politikara at vera stjørna, vera í fokus so ofta sum gjørligt, selja seg sum eina eiggiliga, populera vøru og upptraðka við stóra dollarasmílinum, so eingin skal vera í iva um, at júst eg eri við uppá nótarnar, tjekkaður, jaligur, positivur persónur, snøgt sagt framtíðin og eydnan fyri land og fólk. Orsøkin er ikki kvinnuliga innrásin á politiska pallin, sum onkur kann freistast at halda, hóast kvinnurnar helst hava ein natúrligan fyrimun í hesum umgyklandi og tølandi umhvørvinum.

Politikkurin hevur bara við aktørunum førkað seg inn í eina teaturverð við sminku, projektørum, fløtum vittigheitum og glampandi fjanti. Júst sum í Hollywood ella Bollywood er útsjónd og skreyt av stórum týdningi, og tann vælsminkaði politikarin m/k við røttu smartu replikkunum og glógvandi eygunum hevur møguleikarnar. Vit hava seriøsar politikarar, sum í dag rappa bæði úti og heima, skemta seg ígjøgnum, bæði live og í sjónvarpsrøðum, og eins frítt og frekt kunnu undirhalda veitslufjøldini sum veljarafjøldini. Einki ilt um tað, soleiðis er tað nú vorðið, og tað má so veljarafjøldin læra seg at liva við í okkara demokratiska samfelag.

Væl kembdir, sminkaðir og smurdir floksformenn gera undirhaldandi filmsarbeiði samstundis, sum agiterað verður landspolitiskt kring landið. Stundum á filmspalli og stundum á politiskum røðarapalli. Lata seg draga higar og hagar og opna eins gleivbeintir heim sítt sum sálina í strembanini eftir at profilera seg, at blíva mega stjørnan, fáa vinningin – valdið. Kanska tað loysir seg og hevur samfelagstýdning at vísa makan og familjuna ella bilin fram? Gjøgnumskygni á øllum økjum, vit hava einki at krógva. Møguliga kann tað, at tú vísir fjøldini, at tú ert førur fyri sjálvur at skera tær eina rugbreyðflís ella binda ein slipsknút, samstundis benda á politiskt gjøgnumskygni og politiskan leiðsluførleika.

Feskasta dømi man vera filmurin um hasar 5 dagarnar fyri valdið. Hóast ivaleyst gott handverk í forvitnisligu, fyrstu royndini at dokumentera lívið hjá nøkrum tíðandi politikarum seinastu dagarnar fyri val, er innihaldsvirðið lítið annað enn undirhald, sum vanliga er at finna í litaðu pressuni úti í heimi, har sama evni er roynt fyrr í sama sniði, og so møguleikin hjá politikaranum enn einaferð at profilera seg.

Kortini, fyri okkum í útjaðaraøkjunum, avdúkaði filmurin ávíst áhugavert, samstundis sum hann staðfesti okkurt annað. Valstríðið tóktist út av lagi illa skipað, tilvildarligt og óprofessionelt í báðum legum. Høvuðspersónarnir slitnir og viknaðir av ovvekran og tilvildarligum smáputli og praktiskum handahóvsverki. Staðfest var, sum vit ferð eftir ferð hava víst á, at báðir flokkar vóru fyri "einum valdømi," tá formaður Tjóðveldis, sum í andstøðu tryggjaði meiraluta fyri fatalu broytingini, ið skerdi demokratisk rættindi hjá fólki í økjunum kring landið, váttaði, at nú var gott at sleppa at arbeiða við veruligum politikki í staðin fyri kommunalpolitikki, sum higartil?? Formaður Javnaðarfloksins sýndi, eftir okkara tykki, sera vánalig evni til á at skyna, tá hann metti orsøkina til afturgongd floksins vera, at hann hevði sett ein landsstýrismann frá, í staðin fyri broytingina til eitt valdømi, sum hann var ein av talsmonnunum fyri.

Sjálvprofileringin, sum gjørdi enda á CHE samgonguni, spøkir aftur í ABC landsstýrinum og ørkymlar veljarafjøldina kring landið. Fólkaflokkurin, sum í samgonguskjalinum bindur seg til kommunala útjavning, kommunureform við blokki, at seta gongd á virksemi úti kring landið, skapa førleikagevandi útbúgvingar kring landið, at menna verandi sjúkrahúsini og at flyta ábyrgdarøkir frá landi til kommunur, hevur sett ein eyðsýndan sentralist í Tinganes at røkja innlendismál. í sjónvarpssending legði hon sínar politisku ætlanir fram á ein hátt, sum gav borgarstjóranum í Havn, best kendur sum hartkókaður, afturhaldssinnaður sentralist : móti reformum, móti kommunalari útjavning, móti økismenning við útlegging av stovnum, og nú eftir øllum at døma eisini móti gjøgnumskygni í kommunalum roknskapum yvirhøvur , alla orsøk til at fegnast um ein so "positivan" landsstýrismann. Stutt eftir legði annar landsstýrismaður í sama flokki sínar ætlanir fram viðvíkjandi fiskivinnuni, uttan samsvar við samgongu og samgonguskjal. Bæði floksformaðurin og løgmaður áttu eins og landsins veljarafjøld at hoyrt ávaringarklokkurnar. Tað eru helst fleiri politikarar, ið saman við Sinatra ætla sær at syngja : I did it my way.