icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Støðan á Krim hálvoynni kann ávirka virði á pelagiska tilfeinginum

John William Joensen

Í 2013 útfluttu Føroyar 1,2 mia. kr. av makreli og sild og av hesum stóð russiski marknaðurin fyri heili 41% av samlaða virðinum. Støðan á Krim hálvoynni leggur tí eyka trýst á føroyska toymið, sum er til strandalanda samráðingar. Orsøkin er at USA, ES og onnur sameind lond arbeiða hart við at seta eitt umfatandi handilsbann í verk móti Russlandi.

Í 2013 útfluttu Føroyar 1,2 mia. kr. av makreli og sild og av hesum stóð russiski marknaðurin fyri heili 41% av samlaða virðinum. Støðan á Krim hálvoynni leggur tí eyka trýst á føroyska toymið, sum er til strandalanda samráðingar. Orsøkin er at USA, ES og onnur sameind lond arbeiða hart við at seta eitt umfatandi handilsbann í verk móti Russlandi.

Hóast Putin í nátt gav eini herdeild við 16.000 hermonnum, sum hava havt ”venjingar” á markinum millum Russland og Ukraina, boð um at fara aftur til støður sínar, so er støðan á Krim hálvoynni enn spentari og bretski uttanríkisráðharrin arbeiðir saman við ES og USA um at fáa sett eitt handilsbann í verk, sum umframt eitt bann móti at samskifta vinnuligt við Russland, eisini bannar samhandli. Hóast hetta fer at raka londini í ES og USA hart so sær út til at tað er breið semja í ES um at seta handilsstongsilin í verk.

Hóast Føroyar ikki eru partur av ES so er neyvan sannlíkt at politiska skipanin kann standa modell til at Føroyar verða einasta land í vesturheiminum, sum heldur fram við samhandlinum við Russland og harvið kann sigast at stuðla russisku innrásini á Krim hálvoynni. Løgmaður avsannar at nakað samband skal hava verið millum ES, Danmark og Føroyar um støðuna á Krim hálvoynni.

Samhandilin við Russland stórt virði fyri pelagisku vinnuna.

Síðan 2013 er útflutningurin til Russland øktur úr 217 mió. kr. (frárokna handil við skipum í 2012) til 700 mió, kr. í 2013. Í 2011 keyptu russar sild fyri 30 mió, kr. og makrel fyri 68 mió. kr.. Í 2013 keyptu russar makrel fyri 214 mió. kr og sild fyri 278 mió. kr. Samhandilin við Rusland umboðar umleið 12% av samlaða føroyska útflutninginum og heili 41% av samlaða virðinum av makrel og sild.

Útflutt var av makreli fyri tilsamans 803, 8 mió. kr. í 2013 og ein fjórðingur av krónuvirðinum kom úr Russlandi. Av sild var í 2013 útflutt fyri tilsamans 409 mió. kr., av hesum var selt til Russland fyri kr. 277,7 mió. kr. sum er næstan 70% av samlaða útflutningsvirðinum frá sildafiskiskapinum.

Útflutningsvirði hjá alivinnuni vaks 700 mió. kr. í 2013

Samlaða útflutningsvirði hjá føroysku alivinnuni var í 2013 2,5 mia. kr. (í 2012 útflutti føroyska alivinnan fyri 1,8 mia. kr.) Av hesum var selt til Russland fyri 87 mió. kr. ( í 2012 var útflutningsvirði av alifiski til Russland næstan 200 mió. kr.)

Fyri pelagisku vinnuna í Føroyum eru útlitini til eitt handilsbann móti Russlandi ein steinur oman á byrðu nú vinnan bert hevur avmarkaða atgongd til ES marknaðin, og tí veksur trýsti á føroyska samráðingartoymið sum í gjár sessaðist við samráðingarborið í Skotlandi.