Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Støðan er álvarslig

John William Joensen

Inntøkurnar fyri februar eru 7,5% lægri í mun til 2008 hóast skattahækking uppá 1% og borgarstjórin er ikki í iva um orðsøkina

– Nú inntøkutølini fyri februar mánaða liggja á borðinum kunnu vit staðfesta at støðan er ikki góð, sigur Gunvá við Keldu borgarstjóri.

– Hóast kommunuskatturin er hækkaður 1% í mun til sama tíðarskeið í fjør, so eru inntøkurnar minkaðar 7,5%. Í krónum og oyrum merkir hetta at kommunan hevur fingið knappar 800.000 krónur minni í kassan.

Kósin stóra ávirkan 
Gunvá við Keldu, sigur at tá tað verður sagt at Kósin hevur minni týdning í samfelagnum í dag so er hetta ikki heilt rætt. 

– Hóast lønirnar hjá teimum, sum arbeiða á Kósini ikki eru millum tær hægstu, so hevur hetta saman við avleiddum virksemi sera stóran týdning. 

– Umframt at virkið sjálvt keypir vørur og tænastur so keypa skip og bátar, sum avreiða til Kósina proviant og aðrar tænastur. Tilsamans hevur hetta sera stóran týdning fyri býin.

Sær svart út
Í løtuni røkist einki fyri eina loyn í samband við Kósina og borgarstjórin sigur at hetta kann gerast ein stórur smeitur fyri býin. 

– Um Kósin fer konkurs og hálvt ár gongur áðrenn virkið verður endurreist – so fer hetta at hava sera álvarsligar avleiðingar fyri kommunukassan.
 
– Í løtuni eru vit í ferð við at endurskoða fíggjarætlanina og tær raðfestingar sum eru gjørdar, men heldur verandi gongd fram fara vit at hava millum 6 og 8 mill. kr. færri í kommukassanum tá árið er liðugt og tað er sjálvsagt at hetta kemur at raka virksemið hjá Kommununi sera meint.