Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Støðan er sera álvarslig

John William Joensen

sigur Líggjas Jóhannesen, skipari og reiðari á Klakki, sum vit hittu í telefonini á veg suður gjøgnum Skopunarfjørð

– Síðan einaferð seint í heyst hevur manningin liva av minstaforvinningi og pengar eru til hvørki skip ella manning.

– Fiskarríði higartil í ár hevur verið smáligt, men serliga prísurin er ein katastrofa. Vit selja lastina fyri millum sjey og átta krónur kilo. Hetta er bara helvtin av prísinum sum vit fingu í fjør.

– Fyri skipið var rættast um vit bara lógu við bryggju, men vit royna í vón um at ljós er fyri stavn – men eg má viðganga at í løtuni sær svart út og støðan er nú katastrofal!

Fáa lítið burtur úr at avreiða uttanlanda
Líggjas sigur at teir vóru ein túr í Scrabster beint undan páskum – men tað gav kanska einar tríggjar krónur meira enn teir høvdu fingið í Føroyum.

– Marknaðirnir eru fullir av fiski – serliga frá íslendingum sum gera alt fyri at fáa fatur á reiðum peningi.

Spurdur um politiska skipanin kundi gjørt nakað meira er Líggjas sera ivasamur.

– Eg trúgvi ikki at politikarar kunnu gera tað stóra sum støðan er í løtuni, segði skiparin á Klakki, sum var á veg suður gjøgnum Skopunarfjørð fyri løtu síðan.