So avgjørdur er Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, nú greitt er at ES kann seta handilstiltøk í verk móti Føroyum longu í juli mánað.
So avgjørdur er Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, nú greitt er at ES kann seta handilstiltøk í verk móti Føroyum longu í juli mánað.
Um tvær vikur er freistin farin hjá Føroya Landsstýri at svara fráboðan úr ES um handilstitøk og í hesum sambandi er fólkatingslimurin hjá Javnaðarflokkinum, Sjúrða Skaale, sum eisini er ein av stuðulunum hjá donsku stjórnini, komin í eina sera trupla støðu.
– Eg havi tosað við donsku stjórnina á tveimum fundum í vikuni og gjørt teimum mína støðu púra greiða at eg ikki kann stuðla stjórnini um Danmark í kommisjónini fer at atkvøða fyri at seta handilstiltøk í verk móti Føroyum.
– Afturmeldingarnar frá stjórnini hava verið jaligar, men tað er greitt at støðan er álvarslig og sambært nýggjastu kunningini eg havi fingið er møguligt at ES tiltøkini longu verða sett í verk í juli mánað.
– Í veruleikanum er tað sera lítið sum Danmark kann gera tí Danmark er einans eitt limaland og um ES kommisjónin hevur sett sær fyri at seta handilstiltøk í verk móti Føroyum skal ein kvalifiseraður meiriluti av limum verða ímóti fyri at steðga tiltøkunum.
– Mín støða sum stuðul hjá donsku stjórnini verður ótolandi um danska stjórnin stuðlar einum ES blokadu av Føroyum. Tað skilur einhvør – men hinvegin mugu vit bara staðfesta at tað er sera lítið sum Danmark fær gjørt um ES kommisjónin hevur sett sær fyri at seta tiltøk í verk, sigur Sjúrður Skaale sum mánakvøldið skal luttaka í beinleiðis sendingini “Horizont” á DR1 har høvuðsevni í sendingini verður ósemjan millur Føroyar og ES um Norðhavssildina.




