Eftir sigurin á FS Vágum í dag, sunnudagin, er KÍ nú bert eitt stig frá oddasessinum, sum HB framvegis eigur, hóast teir bara fingu javnleik á Toftum. B36 er nú nr. 3 eitt stig aftan fyri KÍ.
KÍ fann aftur á slóðina í dag, sunnudagin, við at vinna 2-0 á FS Vágum við málum, sum Símun Joensen og Hjalgrím Elttør skoraðu.
Hinir dystirnir í dag vóru:
B68 – HB 1-1 (1-0)
1-0 Jóhan Petur Poulsen (9.) Skot úr 20 metrum í handara málhorn!!
1-1 Carsten From (56.)
Andrew av Fløtum brendi eitt brotsspark fyri HB í fyrra hálvleiki. Albert Sævarsson í B68-málinum bjargaði!
B36 – NSÍ 2-0 (1-0)
1-0 Klæmint Matras
2-0 John Petersen
VB – Skála 2-0 (0-0)
1-0 Milan Culic
2-0 Birgir Jørgensen
Stigatalvan í 1. deild er nú henda eftir 7 umfør:
Nr. Lið D V-J-T Málmunur Stig
1 HB 7 4-3-0 19 – 8 15
2 KÍ 7 4-2-1 9 – 9 14
3 B36 7 4-1-2 15 – 6 13
4 NSÍ 8 3-4-1 14 – 8 13
5 GÍ 7 3-2-2 12 – 10 11
6 B68 7 2-4-1 6 – 5 10
7 EB/Str. 7 2-3-2 11 – 13 9
8 FSV 7 2-1-4 8 – 14 7
9 VB 7 1-2-4 8 – 15 5
10 Skála 8 0-0-8 2 – 16 0




