Undir venjing týskvøldið rakti bólturin fyrst Heðin á Lakjuni í annað eygað, so hann mátti gevast at venja, og nakað seinni fekk Allan Joensen ein brest í eymu hælsinuna, men vónandi verða báðir frægari aftur til komandi vikuskifti.
Týskvøldið stóð Petur Mohr fyri fyrstu ferð fyri venjingini hjá Formulahópinum hjá KÍ, og sigast má, at intensiteturin var góður.
Rógvi neyvan
við móti B36
Ein av leikarunum, sum var á vøllinum týskvøldið, men sum ikki fekk luttikið, var Rógvi Jacobsen.
Hann hevur trupulleikar við lúskuni, og tá ið vit prátaðu við hann, var hann ikki bjartskygdur um at kunna spæla sunnudagin, tí – sum hann segði – so kann hann risikera at missa allar hinar írestandi dystirnar.
Rógvi var tó saman við hinum leikarunum, sum sjálvandi er gott fyri samanhaldið og felagskensluna í Formulahópinum, sum hetta kvøldið hevði sína fyrstu venjing undir nýggja venjaranum, Peturi Mohr.
Tað var sjón fyri søgn týskvøldið, at menn hava nakað at prógva fyri nýggja bossinum, sum leiddi og eygleiddi teir neyvt hetta kvøldið, meðan teir spældu dystir ímóti hvørjum øðrum.
Tá ið ferðin hevði hug at linka, so gjørdi Petur Mohr eitt gleps og bað teir seta ferðina uppaftur – jú, tað er týðiligt, at hann vil hava futt í menninar.
Strikan í rokningini hetta týskvøldið var, at tveir av leikarunum máttu gevast at venja vegna snuddir, sum teir fingu undir venjingini.
Fyrst var Heðin á Lakjuni so óheppin at fáa bóltin soleiðis á seg, at hann rakti annað eygað so meint, at hann fór at bløða, bæði í eyganum sjálvum og nasablóð. Hann mátti tí gevast, og útafturkomin greiddi hann frá, at sjónin var ógvuliga kám í hesum eyganum. Hann mátti tí søkja sær læknahjálp, og enn er ikki greitt, hvussu skjótt hann fer at koma seg.
Hin óhepna hetjan hetta kvøldið var Allan Joensen. Sum vant var hann fúsur til nærdystir, og ta einu ferðina var óhepni við honum. Allan tveitti seg at takkla Rodrigo, sum júst legði til skot, og tíanverri bar tað so á, at fóturin hjá Rodrigo í skotinum brast í hælin hjá Allani, sum beinanvegin rann haltandi út av vøllinum og legði seg niður við pínu í fótinum.
Vónandi fáa bæði Allan og Heðin skjóta heilsubót, so teir verða tøkir hjá Peturi Mohr, tá ið hann sunnudagin fer at seta sítt fyrsta KÍ-lið síðan fyrst í níti-árunum, tá ið hann seinast var venjari hjá besta KÍ-liðnum.




