Tann spenta støðan í Ukraina, serliga í hálvoynni Krim við Svartahavið og hernaðarliga uppíblandingin av Russlandi fær ES og USA at umhugsa síni framtíðarviðurskifti við Russland, ikki minst á handilsøkinum. Í hasum sambandi hevur verið nevnt at Føroyar áttu at “fylgt við ES-streyminum” og steðga øllum handli við Russland, um hetta annars verður avgjørt av ES-londunum, skrivar Ivan Eginsson Eysturland
Tann spenta støðan í Ukraina, serliga í hálvoynni Krim við Svartahavið og hernaðarliga uppíblandingin av Russlandi fær ES og USA at umhugsa síni framtíðarviðurskifti við Russland, ikki minst á handilsøkinum. Í hasum sambandi hevur verið nevnt at Føroyar áttu at “fylgt við ES-streyminum” og steðga øllum handli við Russland, um hetta annars verður avgjørt av ES-londunum, skrivar Ivan Eginsson Eysturland
Høvdu Føroyar sett bann á handilssamstarv við stórveldið fyri eystan, var hetta ikki bara ein skeiv og ógrundað politisk avgerð – hetta hevði eisini fingið vanlukkuligar avleiðingar fyri føroyskan búskap og útflutning, sum í stóran mun er bundin at fiskasølu, har russar eru sera týdningarmiklir partnarar hjá føroyingum.
Fyrst av øllum skulu føroyingar gera sær greitt at hendingarnar í Krim og Eysturukraina, sum hava fingið ilt í onkran politiskan leiðara í Brussel ella Washington, eru ikki í stríð við altjóða lóg og avtalur.
Tað stutta av tí langa er at uppíblandingin av Russlandi í grannalandinum botnar í tí, at ukrainski leiðarin, Viktor Janukóvitj, sum í 2010 varð lógliga valdur til at røkja forsetaembæti í landinum, bleiv fyri tveimum vikum síðani koyrdur frá – av einum politiskum minniluta og mannafjøldini á gøtunum í Kiev – og hóttur eftir lívinum, mátti taka til rýmingar og søkja friðskjøl í Russlandi. Nógv eru samd um at Janukóvitj er ein rættiliga veikur politikari, sum hevur tikið fleiri óhepnar avgerðir í forsetatíð sínari – men hetta í sær sjálvum ger hann ikki til brotsmann ella ólógligan forseta – serliga tá ið hann sjálvur noktar at fara frá ella viðurkenna nýtt stýri í ukrainska høvuðstaðnum. Tað er ikki prógvað at Janukóvitj gav boð um at skjóta mótstøðufólk á høvuðstorginum í Kiev – ein longri og óheft kanning av tí sorgarleikanum krevst til tess at finna út av, hvørjari hond doyðu nógv tíggjutals ukrainarar av. Tað er mikið møguligt at Janukóvitj varð uppi í ymsum korruptum skipanum í misnýtti sítt vald á tann hátt – men fleiri av politisku mótstøðufólkum hansara í Ukraina er viða kend fyri júst tað sama.
Meirilutin av borgarum í Krim og Eysturukraina, ið plagdi at vera háborgin hjá Janukóvitj, hevur møguliga mist álitið á hann sum politikara – men fyri tað vilja russiskttalandi eysturukrainanar og serliga krimbúgvar ikki kennast við nýggja stýrið í Krim, sum tey halda á ongan hátt umboðar russiskttalandi part av fólkunum. Nógvir eysturukrainar og krimbúgvar eru til reiðar at stríðast ímóti landsmonnum sínum fyri vestan, sum tey annars hava ógvuliga lítið til felags við. Tað, at Russland kemur við herdeildum til Krym og kanska aðrastaðni í Eysturukraina við, kann forða einum enn størri bloðbaði og veruligum borgarakríggi millum vestur- og eysturukrainarar. Sjálvandi fylgir Russland eisini sínum innan- og uttanríkispolitiskum áhugamálum við at gera innrás í Krim – men eru tað nú bara amerikanarar, sum skulu hava loyvi til tess?
Eitt sindur um Krim, sum ongantíð í langu og fjólbroyttu søgu sínari var eitt málstligt ella mentanarligt ukrainskt umráði. Fornu grikkar settu býir á stovn har, longu fyri Krist. Bisantiska ríkið var har, so komu muslimar – tatarar, turkar. Russland vann Krim frá gamla turkiska stórveldinum í 1783. Tá komu russar fyrst hagar.
Í soviettíðini var Krim upprunaliga ein partur av russiska lýðveldinum. Men í 1954 valdi táverandi leiðari í Soviet, Nikita Hrustjøv, ið sjálvur varð ættaður úr Eysturukraina, at lata Ukraina fáa hálvoynna. Í gamla Soviet høvdu mørkini millum tey ymsu lýðveldini bara symbolskan týdning, vóru ofta tilvildarlig og endirpeglaðu ikki ta etnisku myndina. Hetta gav bakkast seinni, tá ið Sovietsamveldi datt sundur. Lítið mundi Hrustjøv gruna, hvussu dramatiskt avgerð hansara fór at ávirka viðurskiftini í Krym bara nøkur fá tíggjuáraskeið frammi í tíðini.
Russarar eru ein meiriluti av umleið tveimum milliónum íbúgvum í Krim. Nógv teirra kendu seg svikin, tá ið nýggja Russland við Boris Jeltsin á odda góðkendi markið hjá soviet-Ukraina sum markið hjá ukrainska fullveldisríkinum. Fyrr ella seinni mátti tolið hjá meirilutanum í Krim vera uppi – og hendingarnar í Kiev í síðsta mánaði var seinasti dropin.
Føroyingar skulu ikki halda at alt sum USA og ES gera og meina er “gott” og “rætt” og Russland ger og meinar “ringt” ella “skeivt”. Tað eru sera nógv keðilig viðurskifti í Russlandi – men hetta er ikki eins týðandi sum at ES altíð hevur rætt og grein í sínum máli, tá ið tað kemur støðu teirra viðvíkjandi Russlandi. Ein skal ikki leita leingi fyri at finna dømi um, hvussu ófantaligt og lítið vinarligt Evropeiska Samveldi hevur verið ímóti lítlu føroysku tjóðini, við handisbanni av føroyskum fiskavørum og banni av føroyskum skipum, sum ikki kunnu koma í ES-havnir. Tað er ikki uttan orsøk at ein stórur meiriluti av føroyingur velur at standa uttanfyri ES. Eitt annað dømi um dupultmoralin hjá ES er at tey flestu londini stuðlaðu loysingarrørsluni hjá niðursettu albanum í Kosovo – men somu londini mótarbeiða fullveldisgongdini í Skotlandi, Katalonia og aðrastaðni innanfyri samveldið, fyri ikki at tala um lond sum Abhasia, ið valdi at taka loysing frá Georgia fyri meira enn 20 árum síðani men framvegis er ikki viðurkent av nøkrum ES-stati. Beint nú setir ES seg ímóti einum moguligum fullum sjálvstýri í Krim – nakað, sum meirilutin av krimbúgvum týðiliga ynskir og fer at halda eina fólkaatkvøðu um ríkisrættarligu støðu sína seinni í hesum mánaðinum. Krim verður neyvan ein partur av Russlandi – men eitt nýtt fullveldi er kanska á veg.
Tí skulu Føroyar ikki stuðla møguligum politiskum átøkum hjá ES ímóti Russlandi – støðan í Krim og Eysturukraina viðkemur ikki ES og so slett ikki Føroyum. Tvørturímóti – løtan beint nú er kanska tann besta fyri at fáa handilssáttmala við Russland uppá pláss. Ein sáttmali, sum annars hevur víst seg at vera so torførur hjá Føroyum at gjøgnumføra.




