Vit vóru kring um í býnum við vegadeildini hjá kommununi nú um 11 tíðina. Veðrið er nógv betur júst nú, men skalvar liggja ymsastaðni.
Nú tað lýsti í eina løtu, vóru vit ein túr í býnum við vegadeildini hjá kommununi. Avgjørt er, at kavaruddararnir halda áfram, tí veðrið er so mikið blíðkað. Men ymsastaðni var ikki koyrandi, tí skalvar lógu tvørtur um vegin. Eitt nú var ikki koyrandi runt við Borðoyarvík og Norðuri á Helnabrekku lógu eisini skalvar.
Úti millum nesjarnar síggjast trolarar á myndini liggja og kroka.




