2018 er triðja árið á rað, at KÍ spælir við í toppstríðnum.
2018 er triðja árið á rað, at KÍ spælir við í toppstríðnum. Men tað er eisini triðja árið á rað, at KÍ fær færri stig í miðal pr. dyst eftir summarsteðgin.
Sum oftast er tað í seinnu hálvu av kappingini, at mest avgerandi dystirnir eru og tað er í hesum tíðarskeiði, at bestu liðini ofta vinna sær flest stig.
KÍ dalar eftir summarsteðgin
Felags fyri hesi síðstu trý árini er, at KÍ hevur verið partur av toppstríðnum. Men hetta er eisini triðja árið á rað, at støðið hjá KÍ dalar eftir summarsteðgin. KÍ megnar sostatt ikki at halda støðið í partinum av kappingini, tá alt verður avgjørt. Serliga stórur er munurin í ár, men har skal sigast, at enn eru fimm dystir eftir, har nakað kann broytast. Sí talvu niðanfyri.




