Aftur í morgun fóru fleiri bátar út eftir Vánni og inn eftir Vánni kom Silja Star hjá Pálla Lamhauge í Vestmanna
Aftur í morgun fóru fleiri smærri bátar frá bryggju við ferðafólki, men flestu valdu tó at bíðja eftir stásiliga farinum hjá Pálla Lamhauge úr Vestmanna, Silja Star, sum sást koma slowandi inn eftir Vánni.
– Vit fara at sigla alla tíðina sigur Pálli Lamhauge, sum sjálvur var skipari í morgun, so ikki kann sigast annað enn at ferðasambandi til Leirvíkar neyvan hevur verið betri.




