Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Støðumeting av topp 5 liðunum: B36

Jákup Ósá

Meistararnir í 2015 og 2014 tykjast væl fyri til kappingarárið í 2017.

Meistararnir í 2015 og 2014 tykjast væl fyri til kappingarárið í 2017.

Hesa vikuna fara vit á Norðlýsinum hvønn dag at taka eitt av topp 5 liðunum – Víkingur, KÍ, NSÍ, B36 og HB – og gera eina støðumeting av, hvussu støðan er, og hvørji útlitini eru fyri kappingarárinum. Hesaferð er tað B36.

Broytingar í hópinum í vetur:

Tilgongd: Christian R. Mouritsen, Patrik Johannesen, Jákup Højgaard, Philip Lund

Frágongd: Jákup á Borg, Jónas Tór Næs, Hanus Thorleifsson, Trygvi Askham(útleigaður, kann heintast aftur), Hørður Askham, Sebastian Pingel

Um B36 í løtuni

Fýra leikarar inn og seks leikarar út. Tað eru broytingarnar hjá B36 í vetur. Royndir leikarar eru farnir og harav onkrir profilar, meðan aðrir profilar eru komnir til. Harafturat hevur B36 Odmar Færø og Eli F. Nielsen í hópinum frá byrjan í ár. Teir komu ikki til fyrr enn mitt í kappingini í fjør og kunnu fáa lyklaleiklutir eins og í 2015. Tí er B36 kanska meira styrkt til alt kappingarárið enn tað sær út á pappírinum. Við at hava mist Jónas Tór Næs og Hørð Askham, sum báðir høvdu stóran leiklut hjá B36, so kann tað tó kanska hjálpa B36 á tann hátt, at aðrir leikarar fara aftur á plássini, har teir hava víst seg at verið best. Høgni Eysturoy loysir helst Jónas av og Odmar Færø loysir Hørð Askham av. Júst Høgni og Odmar eru millum landsins bestu leikarar á hesum plássum, har teir í fjør antin vóru skaddir ella spældu nógv á øðrum plássum, tí hópurin kanska var ov breiður á summum plássum.

Styrkin

Ein styrki á B36 liðnum er, at liðið hevur eina sera sterka miðásu við klassaleikarum. Í málinum stendur Tórður Thomsen, ársins málverji í 2015, sum sigst vera frískur frá giktini, í miðverjuni eru Odmar Færø og Andrias Eriksen, á miðvøllinum Róaldur Jakobsen og Lukasz Cieslewicz og í álopinum hava Philip Lund og Patrik Johannesen áður víst gott máltev, hóast teir mangla at gera tað í B36 yvir longri tíð av tí einføldu orsøk, at teir ongantíð hava roynt seg í longri tíð í B36. Í hópinum eru nógvar FM royndir. Frá meistaraliðnum í 2015 eru áleið 11 leikarar, sum tá høvdu ein stóran leiklut á liðnum. Fjórða plássið í fjør ger helst hópin tendraðan til at koma uppá støðið tey bæði árini frammanundan. B36 hevur eisini nógvar ungar leikarar, sum nú kanska eru nærri spælitíð enn í fjør. Seinastu árini hava vit sæð, at ungu leikararnir í B36 mangan standa seg væl, vísa góðan hugburð og taka av møguleikanum, tá teir fáa hann.

Útlit

B36 hevur líka síðani 2011, við undantaki av kappingarárinum 2012, verið eitt støðugt topplið í føroyskum fótbólti. Hesi 6 árini hevur B36 betri úrslit at vísa á enn grannarnir í Gundadali. Í Odmar Færø, Róaldi Jakobsen og Lukasz Cieslewicz hevur B36 kanska tríggjar leikarar, sum á sínum plássum eru teir bestu í føroysku kappingini, tá teir raka sítt optimala støði. Hetta er gott hjá einum venjara at byggja sítt lið rundan um. B36 hevur nú sett hjálparvenjaran seinastu árini til høvuðsvenjara. Jákup á Borg er kendur fyri vinnarahugburð, so hansara innsatsur fer neyvan at liggja eftir í ár. So má tíðin vísa, hvussu hann taklar skiftið til at standa við høvuðsábyrgd á síðulinjuni og teimum krøvum, ið fylgja við hesum. B36 hevur hópin til at fara allan vegin í ár. At liðið eisini tykist væl fyri áðrenn kappingarbyrjan kann fáa stóran týdning, tí fýra teir fyrstu dystirnir eru móti fýra teimum sterkastu mótstøðuliðunum seinastu tvey árini. Tríggir av teimum fýra dystunum eru í Gundadali, so tað kann vera, at B36 eftir fýra umførum stendur við góðum kortum til kappingarárið. Jákup á Borg kann spæla við 8 av teimum 11 mest brúktu leikarunum í 2015 og so seta m.a. Christian R. Mouritsen, Patrik Johannesen og Hannes Agnarsson á hini plássini. Tað gevur eitt sera sterkt lið, um allir eru tøkir. Alt bendur á, at B36 verður partur av stríðnum til fimm tey ovastu plássini. Og í løtuni er tað ikki órealistiskt at síggja B36 sum FM vinnara í heyst.

B36 leikarar við FM royndum (verið á vøllinum fyri eitt FM lið í bestu deildini)

Tórður Thomsen FM 2007, 2010, 2014 og 2015

Høgni Eysturoy FM 2011, 2014 og 2015

Andrias Eriksen FM 2014 og 2015

Odmar Færø FM 2011, 2014 og 2015

Bjarni Petersen FM 2015

Benjamin Heinesen FM 2014 og 2015

Gestur B. Dam FM 2012 og 2015

Alex Mellemgaard FM 2014 og 2015

Pætur Petersen FM 2015

Eli F. Nielsen FM 2014 og 2015

Róaldur Jakobsen FM 2011, 2014 og 2015

Lukasz Cieslewicz FM 2014 og 2015

Christian R. Mouritsen FM 2009 og 2013

Jógvan Andrias Nolsøe FM 2009, 2010 og 2013

Philip Lund FM 2015

FM samanlagt: 33