Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Støðumeting av topp 5 liðunum: HB

Jákup Ósá

Her verður mett um, hvussu útlitini hjá HB eru nú ein góðan mánaða áðrenn kappingarbyrjan í Effodeildini.

Her verður mett um, hvussu útlitini hjá HB eru nú ein góðan mánaða áðrenn kappingarbyrjan í Effodeildini.

Hesa vikuna fara vit á Norðlýsinum hvønn dag at taka eitt av topp 5 liðunum – Víkingur, KÍ, NSÍ, B36 og HB – og gera eina støðumeting av, hvussu støðan er, og hvørji útlitini eru fyri kappingarárinum. Vit byrja við HB.

Broytingar í hópinum í vetur:

Tilgongd: Levi Hanssen, Heðin Hansen, Daniel Elly Pedersen, Símun Samuelsen

Frágongd: Christian R. Mouritsen, Arnbjørn Hansen, Teit Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Magnus Egilsson(ikki váttað) og Øssur Dalbúð (ikki váttað)

Ongan sáttmála enn: Pál M. Joensen

Royndarvenja/venja við í løtuni: Sebastian Pingel, Thiago Pinto Borges, Dánial Pauli Lervig, Andrew av Fløtum, Poul Thomas Dam, Aron Clementsen

Um HB í løtuni

Av topp 5 liðunum, so er støðan í løtuni kanska mest spennandi í HB. Tí hópurin er ikki komin endaliga uppá pláss og felagið hevur boðað frá, at fleiri nýggir leikarar eru á veg. Nakað hevur verið tosað um frágongdina og útskifting í HB. Men hyggja vit eftir HB liðnum, sum í fjør fekk so góða byrjan, so kann HB byrja við 9 av teimum 11, sum byrjaðu fyrsta umfar í Runavík móti NSÍ, tá HB vann 2-1 og í næsta umfarinum, tá liðið spældi javnleik 1-1 móti Víkingi. Av teimum 11 HB leikarunum, ið spældu flest minuttir í 2016, so eru 8 leikarar framvegis tøkir, so ein skal heldur ikki yvirspæla tað við broytingum, tí Víkingur og B36 hava t.d. eins stóra útskifting av teimum 11, ið spældu flest minuttir og støðan líkist eisini í KÍ, ið hevur mist 3 av teimum 14, ið spældu mest. Nakað annað er so, um HB frávelur leikarar, sum í fjør vóru millum teir mest nýttu leikararnar. Tá so Levi Hanssen og Símun Samuelsen(væntast at skriva undir sáttmála) og møguliga Andrew av Fløtum leggjast afturat, so er talan um leikarar, ið kenna til felagið og sum hava spælt saman við flestu av hinum áður. HB hevur fingið styrk av royndum leikarum og spennandi verður at síggja danska álopsleikaran Daniel Elly Pedersen, sum í Danmark hevur skorað nógv mál í triðbestu deildini. Eisini spennandi at síggja aðrar profilar, ið væntast at koma til felagið. Levi Hanssen, Heðin Hansen, Símun Samuelsen og Andrew av Fløtum hava allir roynt at vunnið FM, so tað eru vinnararoyndir, ið leggjast afturat hópinum.

Styrkin hjá liðnum

Ein styrki hjá HB er, at liðið hevur nógvar royndar leikarar og nógvar leikarar, sum kenna felagið og sum hava spælt saman og vunnið fyrr. Av tí sama er ikki trýst á ungum og evnaríkum leikarum sum Bartal Wardum, Adrian Justinussen og Ara M. Olsen. Hóast Levi, Símun og Andrew ikki spældu við HB í fjør, so kenna teir nærum allar HB leikararnar, ið spældu í fjør. Tí verður tað neyvan ein stór avbjóðing at spæla liðið saman, tá bara áleið 2-3 nýggir leikarar skulu spælast inná liðið, tí tað er líknandi støða hjá hinum liðunum. HB hevur eisini nógvar leikarar, m.a. allar teir nýggju føroysku, ið hava roynt at vunnið FM og eftir tvey heldur miseydnað ár, so eigur svongdin eisini at vera stór á liðnum. Fólkini kring felagið tykjast eisini hungrað eftir, at koma aftur í toppin. At HB møguliga av fleiri – ið kanska ikki meta HB at enda millum tey fremstu og tí verður eitt sindur undirmett áðrenn kappingarbyrjan – kann eisini vera ein fyrimunur, tí slíkt plagar ofta at geva leikarunum nakað eyka, sum vit sóu við HB fyrstu 7 umførini í fjør. Harafturat hevur liðið fingið ein royndan venjara í Sigfríði Clementsen, sum er tann venjaran í Effodeildini í løtuni, sum hevur vunnið flest kappingar í føroyskum fótbólti. Hann hevur eisini verið venjari fyrr í felagnum og hjá fleiri av nýggju leikarunum, so nógvir av HB leikarunum kenna til hansara mannagongdir og konsept. Fær hann nógvar av HB leikarunum at spæla upp ímóti tí besta, sum teir kunnu avrika og útlendsku profilarnir sláa til, so hevur HB góðan møguleika at í øllum førum vinna sær eitt Europa League pláss. Steypakappingin kann eisini blíva vegurin út í Europa, tí hana vinnur Sigfríður ofta sigur søgan og hevur liðið hepni í lutakastinum, sum onkuntíð hevur víst seg at havt týdning hjá summum liðum, so kann vegurin til finaluna heldur ikki vera so trupul. HB er favorittur í sínum trimum fyrstu dystum og geva teir fulla úrtøku, so kann ein slík góð byrjan leggja grundarlagið fyri einum góðum kappingarári. Vera nýggju útlendsku leikararnir góðir, so hevur HB á pappírinum ein sera sterkan hóp í ár. 

Útlit

Í HB hevur verið meldað greitt út, at nú skal HB aftur í toppin. Konseptið er eisini broytt. Venjarin í fjør fekk sekkin, og nú verður ikki tosað longur um at byggja eitt nýtt ungt lið upp sum í fjør. Nú skulu úrslit til og hóast málið er at vinna FM, so verður Europa League luttøka eisini góðtikin hevur verið sagt. Tað tykist leggjast nógv afturat við royndum leikarum, ið hava spælt á høgum støði og nógvir hava roynt at vunnið FM áður. Kappingarskráin kann hjálpa HB. Tí fyrstu trý umførini eru dystir móti 07Vestur, ÍF og Skála. Har kann HB koma at standa við 9 stigum og so hevur hópurin helst fingið bæði trúgv og sjálvsálit uppá eitt gott kappingarár. Fer Elly at skjóta nógv mál samstundis sum onkur komandi útlendskur styrkur slær til, so kemur tað ikki óvæntað á, um HB kemur upp í topp 4. Tá KÍ í fjør megnaði at fara frá 5. plássi og til at stríðast um FM, so kann HB kanska gera tað sama, men tá skal alt spæla við. Sum útgangsstøðið verður HB helst fyribils mett at enda á einum plássi millum nummar 3 og 5. Útlitini eru eisini tengd av, hvussu góðir nýggju útlendsku leikararnir eru og teirra styrki í føroyskum fótbólti kenna vit ikki enn. FM er kanska ikki heilt órealistiskt, um nýggju leikararnir halda eitt høgt støði, tí HB hópurin er sum víst niðanfyri fullur við FM royndum. 

HB leikarar við FM royndum: (verið á vøllinum fyri eitt FM lið í bestu deildini)

Teitur M. Gestsson FM 2013

Jógvan Rói Davidsen FM 2009, 2010 og 2013

Jóhan T. Davidsen FM 2007 og 2013

Bartal Wardum FM 2013

Pál M. Joensen FM 2013*

Tróndur Jensen FM 2013

Rókur av Fløtum Jespersen FM 2003, 2004, 2009 og 2010

Heðin Hansen FM 2016

Símun Samuelsen FM 2010 og 2013

Heri Mohr FM 2013

Levi Hanssen FM 2005, 2008, 2010 og 2012

Andrew av Fløtum FM 1998, 2002, 2003, 2009, 2010 og 2013*

Poul Thomas Dam FM 2006 og 2009*

Danial Pauli LervigFM 2016*

FM samanlagt í hópinum, sum í løtuni venur: 30

* við fyrivarni, tí hesir ikki alment hava gjørt sáttmála enn

Afturat hesum koma leikarar við royndum á høgum støði uttanlands:

Ári M. Jónsson (royndir úr donsku Superliguni)

Daniel Elly Pedersen (toppskjútti hjá Frem í fleiri ár)

Úrslit í venjingardystum:

HB-KÍ 0-4

EB/Streymur-HB 0-1

Dagført: 7. februar kl. 18.07