Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Støðumynd av ætlaðum handilsøki til FK

John William Joensen

Eitt av málunum á skránni fyri býráðsfundin týskvøldið er viðgerð av uppskoti til staðseting av nýggjum handilsbygningi hjá Føroya Keypssamtøku, har mælt verður til, at FK fær eitt grundøki tillutað norðan fyri Statoilstøðina.

Jan Søndergaard frá arkitektafyritøkuni KHR, sum er arkitektur býráðsins í sambandi við bygging í og kring miðbýin, eigur uppskotið um hesa nýggju staðsetingina.

Í býarplaninum, sum býráðið fyri stuttum samtykti, er hetta økið lagt út sum blandað íbúðar- og vinnuøkið, har økið vestan fyri Nólsoyar Pálsgøtu kann ábyggjast sambært góðkendari ætlan, og við tí treyt, at hæddin út frá vegnum verður nýtt til miðstaðaendamál.

FK ynskir at byggja ein handilsbygning í Klaksvík sum skjótast, og hevur hetta uppskotið verið partur av samskiftinum millum kommununa og FK í seinastuni.

Fyriliggjandi uppskot fer at fella inn í framtíðar ætlanina um eina nýggja, nútímans marinu í hesum økinum, har ein avleiðing av byggingini er, at verandi økið til bátar uppi á landið fellur burtur, men sjálv bátaplássini við flótibrúgvarnar v.m. verða varðveitt, og seinni útbygd sambært framtíðarætlanunum.

Í tráð við býarplanin letur uppskotið eisini upp møguleikar fyri íbúðabygging í einum seinni byggistigi. Hesin parturin er tó ikki við í tilmælinum frá Teknisku Nevnd býráðsins, sum mælir býráðnum til at taka undir við uppskotinum.

Viðfest er eitt kort, sum vegleiðandi vísir, hvussu byggingin í prinsippinum kann fremjast. Sostatt er í kortinum ikki tikin atlit fyri neyðugum frástøðum v.m.

www.klaksvik.fo