Í fyrstu atløgu fari eg bert at nema eitt sindur við søluna av 67% av partapeningininum hjá JFK.
Eitt nútímanssamfelag stendur støðugt fyri broytingum. Tá broytingar verða framdar, eru altíð nógvar og ymiskar meiningar, tí er neyðugt at hava fólk í leiðslu, sum hevur orku, skil og torir at skera ígjøgnum.
Bygnaðir broyta skap, øðrvísi vinnur fáa betri fótafesti, náttúrutilfeingið, sum fiskur koma helst á færri hendur, kostnaðarstøðið er vaksandi, tøkni- frøðin meiri tikin í brúk, og vit fáa aftur eitt broytt samfelag.
Tørvurin á peningi hjá landsins myndugleikum økist, tikið verður frá kommunum og vinnuni, tí løgtingsfíggjarlógin ikki hongur saman. – Eg havi mótmælt hesum skilaloysi, og fari framvegis at mótmæla.
Afturvendandi javnaðarynskini um at sleppa at taka fiskiloyvi frá verandi og selja hesi til onnur, og helst so nógv sum gjørligt, so eingin vinnur nakað, kagar støðugt undan, nú seinast hjá Kára Petesen, fíggjarfrøðingi.
Einasta og greiðasta
einskiljing higartil
Í samband við tað eg nevndi um havnina í Ánunum og henda stóra sunnudagin, tá Atlantic Navigator legði at har fyri fyrstu ferð, kom eg í tankar um niðurgerandi útsagnirnar hjá løgmanni og ávísum fastløntum akademikarum, tá Hanus Hansen og Norðoya Sparikassi høvdu keypt 67% av JFK. – Tíbetur svóvu hann og ráðgevarar hansara yvir seg. Annars var slettis einki hent.
Eg kom at hugsa um gløgga og ábyrgdarfulla New Orleansbúgvan fyrr í greinini, "um ikki at bíða eftir statinum".
Hetta er higartil einasta og greiðasta einskiljing, sum er framd av eini ogn, sum er upparbeidd av klaksvíkingum, og sum klaksvíkingar aftur tóku um, tá fyritøkan fór av knóranum í 1994.
Ein djørv avgerð
Løgmaður ætlaði uttan iva, at henda fyritøka skuldi fara á aðrar hendur, møguliga í Suðuroynni, so hann kundi breggja sær av, at okkurt hendi í samband við ta sokallaðu bjargingarætlanina fyri Suðuroynna.
Hansara útsagnir um "leiðreglur, umhugsni og trúgvin hjá honum uppá landsins ognir", tænti honum avgjørt ikki til heiðurs. Hetta eru bert orð.
Latið okkum minnast til, at tað er ídag grundarlagið til visión 2015 verður lagt, hon kemur ikki sum "the big bang", sum onkur hevur hug til at halda.
Hetta er ein djørv ætlan hjá teimum ið keyptu JFK, sum vónandi framyvir verður til gagns fyri Klaksvík og alt Føroyaland. – Tað eigur at verða endurtikið, at hesi virði eru skapt í Klaksvík og bjarga aftur av Klaksvík, tá virkið fór á húsagang fyrst í nítiárunum. Men at taka frá har tað gongur, og har fólk ger sær ómak fyri at yvirliva, og lata onkrum øðrum, er jú javnaðarpolitikkur.
Marknaðarkreftirnar eiga at ráða
Javnaðarflokkurin sigur seg vilja einskiljing, men tað eru altíð so nógv, sum hongur uppií, at tað letur seg bara ikki gera við skili.
Teir tosa um marknaðarkreftir, men um so er, at marknaðarkreftir hava vaksandi avlop, so skulu tær køvast. Eitt av dømunum um, hvussu lítið teir meina við marknaðarkreftirnar er dømi um fiskiloyvini hjá Kára Petersen, sum heldur, at vinningurin er ov stórur hjá teimum, sum reka hesa vinnu. Tí skulu tey seljast øðrum.
Í seinni greinum fari eg at nema við eitt nú kommunusamanleggingar, hví tað hevur verið so torført at einskilja farmaleiðir í ártíggir, við byrðar sum lagdar verða á kommunur og vinnu, tí peningur tørvar í landskassanum, og við útlendingapolitikk o.a.
Jógvan við Keldu,
løgtingsmaður




