Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stokt seyðarhøvd – so er enn ein skansi fallin

John William Joensen

Dánial Jákup Meinertsson búsitandi Norðoyri, staðfestur á sínum facebook profili, at so er enn ein skansi fallin: Í kvøld hava vit steikt seyðarhøvd, við grønmeti og urtum, olivenolju og hvítvíni. Soleiðis broytist verðin og vit broytast við. Íblásturin er komin úr miðalhavinum úr oynni Kreta.

Dánial Jákup Meinertsson búsitandi Norðoyri, staðfestur á sínum facebook profili, at so er enn ein skansi fallin: Í kvøld hava vit steikt seyðarhøvd, við grønmeti og urtum, olivenolju og hvítvíni. Soleiðis broytist verðin og vit broytast við. Íblásturin er komin úr miðalhavinum úr oynni Kreta.

Dánial Jakup Meinertsson skrivar:

So fall enn ein skansi. Siðbundin sum fáður hevur man verið, tá talan er um føroyskan mat og aðrar siðir.
Men í kvøld hava vit steikt seyðarhøvd. Við grønmeti og urtum, olivenolju og hvítvíni. Soleiðis broytist verðin og vit broytast við.
Íblásturin komin úr miðalhavinúm, gamaní, tá eg á Kreta var boðin til steikt, skrædla høvd og síðan havi sæð okkurt líknandi í sjónvarpinum í matsending út Italia.
Seyðabøndur í teimum londunum eru ikki so nógv øðrvísi enn okkara og tey tveita ikki, heldur enn vit, nakað burtur. Tey eta eisini alt av seyðinum. Havi eisini roynt slambur á Kreta, ið ein góð omma hevði gjørt til. Væl smakkaði, hóast heilt øðrvísi enn okkara.
Nú skuldi so hetta roynast. Ikki fekk eg meg til at skrædla høvdini, men væl eydnaðist, hóast onkur lærdómur er at taka við sær til næstu ferð.
Nú er bara eftir at sodna og at lata dovinskapin krúpa inn á okkum hetta leygarkvøld.


180 gradir í 90 minuttir var á góðari leið, men ivist um eg skal brúka lægri hita og longri tíð næstu ferð, ella øvugt 🙂. Kjøtið undir húðini var moyrt og gott, men húðin var seig, heldur enn broyskin og tað hevur nakað við hitan at gera. alt hitt var í fínasta ordan. Epli, søtepli, reyð- og skalottuleykur, tomatir var ómetaliga gott. Umhugsi at venda høvdunum hinvegin næstu ferð, “face down”, so hvítvínið setur betri í. Tá mugu laurberbløð leggjast yvir heilan, so hann ikki tornar upp. Kryddið verður tað sama. Salt, oregano, timian og eitt sindur av góðari olivenolju í botnin á skuffuni.