Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stólarnir í Christianskirkjuni verða skiftir út

Tíðindaskriv

Við tað, at nýggir stólar verða settir upp í kirkjuni, verður høvi hjá fólki at fáa teir gomlu stólarnar við at avheinta teir komandi sunnukvøld kl. 20.00, tá teir verða ruddaðir út.Fólk kunnu tá fáa sær ein stól og lata eina sjálvvalda upphædd í bússuna í kirkjuni, so tey á tann hátt stuðla kirkjuni í at fáa nýggjar stólar.

Tíðindaskriv frá kirkjuráðnum í Christianskirkjuni 19. juni 2013:

Í komandi viku verða nýggir stólar settir upp í Christianskirkjuni.

Hesir nýggju verða líknandi sum teir verandi, beisaðir grønir ístaðin fyri málaðir, setrið nakað hægri og hava teir pútur á setrinum og bakinum. Stólarnir verða gjørdir úr ask, so teir skulu halda betur.

Tað er Bygningssnikkaravirkið í Havn, sum hevur gjørt stólarnar og Nema hevur fingið púturnar til vegar uttanlands.

Við tað, at nýggir stólar verða settir upp í kirkjuni, verður høvi hjá fólki at fáa teir gomlu stólarnar við at avheinta teir komandi sunnukvøld kl. 20.00, tá teir verða ruddaðir út.Fólk kunnu tá fáa sær ein stól og lata eina sjálvvalda upphædd í bússuna í kirkjuni, so tey á tann hátt stuðla kirkjuni í at fáa nýggjar stólar.

Um ynski eru um serligar stólar ber til at ringja til kirkjuverjan Ísak Mikladal, tlf. 211988.

Kirkjuráðið í Christianskirkjuni

Harleywoodpaint