Núverandi býráðsmeiriluti í Klaksvíkar býráð ætlar at hækka skattaprosentið frá 1. Jan. 2015. Vit hava góðar tíðir nú við søguliga høgum skattainntøkum, men hóast tað, so ætlar núverandi býráðsmeiriluti at taka meir pening inn frá borgarunum í kommununi. Eg spyrji bara, hvussu hesi somu fólk ætla at stýra í ringum tíðum? Verða tað tá aftur Palliba og Marsanna, sum fara at merkja hetta harðast á sín kropp.?
Núverandi býráðsmeiriluti í Klaksvíkar býráð ætlar at hækka skattaprosentið frá 1. Jan. 2015. Vit hava góðar tíðir nú við søguliga høgum skattainntøkum, men hóast tað, so ætlar núverandi býráðsmeiriluti at taka meir pening inn frá borgarunum í kommununi. Eg spyrji bara, hvussu hesi somu fólk ætla at stýra í ringum tíðum? Verða tað tá aftur Palliba og Marsanna, sum fara at merkja hetta harðast á sín kropp.?
Tað skelkar meg reint út sagt almikið, at núverandi býráðsmeiriluti ætlar at hækka skattaprosentið í Klaksvíkar kommunu. Hetta hendir samstundis, sum kommunan hevur methøgar inntøkur. Býráðssamgongan er ikki bangin fyri at taka pengar frá fólki, hetta er markleysur frekleiki.
Gaman í eru ætlanir um at byggja nýggjan skúla á Ziskatrø og tað taki eg fult undir við. Nýggi skúlin verður brúktur sum orsøk til at hækka skattin. Mótsatt núverandi samgongu, so minnist eg hvussu vit í seinastu samgongu brutu upp um armar, tá nýggjur Ósáskúli skuldi gerast liðugur. Vit hildu fast við, at skúlin skuldi gerast liðugur, hóast tíðirnar vóru ringar fíggjarliga. Hetta var ein raðfesting sum vildi nakað. Tá høvdu vit nógv verri tíðir enn nú, men vit hækkaðu ikki skattaprocenti.
Tað kom als ikki uppá tal at hækka skattaprocenti, tað var slett ikki til diskussión. Og tað gekk eisini.
Heimið við Vágna bleiv bygt, og tá kempaðu vit aftur sum úlvur á skóg fyri at skattaprosentið ikki skuldi hækkast. Hinvegin so kravdi landstýrismaðurin í fíggjarmálum Jóannes Eidesgaard úr javnaðarflokkinum, at kommunuskattaprocenti skuldi hækka eitt procent um vit bygdu nýtt røktaraheim. Tað góðtóku vit ikki og tað eydnaðist okkum við bit og slit við samráðingum, at skattaprocenti skuldi hækkað hálvt procent.
Tað var sostatt eitt krav frá táverandi landsstýrismanni í fíggjarmálum, at skattaprocenti skuldi hækka ½ prosent. Skattaprocenti bleiv lækkað aftur so skjótt við høvdu møguleika til tess og tað var skjótt.
Haldi tað er uppá hægstu tíð, at tey sum rópa upp um at arbeiða fyri Palliba og Marsannu eisini vísa hetta í verki. Tit eiga at vita, at tykkara skattahækkan einamest rakar tey miðal og lágløntu, tí kommunuskattaprosentið rakar øll eins. Við øðrum orðum, øll gjalda eins høgt skattaprosent í kommunuskatti, líkamikið um ein tjenar 100.000 ella eina mió. Somuleiðis er botnfrádrátturin tann sami í kommunuskattinum hjá tí sum tjenar 100.000 og hjá tí sum tjenar 1 mió.
Eitt er tá kommunan verður tvungin, sum vit vóru til at hækka skattaprosentið ger tað, men í dag átti sitandi samgongu heldur roynt at fingið skattaprosentið niður. Vit hava jú methøgar inntøkur.
Uttan fólkaflokkin var skattaprosentið ikki lækka fyri 2014, og vit fara at gera alt sum liggur í okkara makt til, at skattaprosentið ikki verður hækkað aftur. Heldur hinvegin, at tað verður lækka, soleiðis at okkara skattaborgarar kunnu fáa tað lættari og fáa ágóðan av, at inntøkurnar hjá kommununi hava verið so góðar.
Okkara heilt grundleggjandi greiða áskoðan er, at borgarnir sjálvir skulu avgera hvussu teirra hart vunnu krónur verða brúktar. Tann sum sjálvur hevur arbeitt fyri peningin dugir best sjálvur at umsita hann.
Samgongan reklamerar við, at barnafamiljur skulu fáa tað lættari við at lækka gjaldið fyri ansingarpláss eitt sindur, men næstan áðrenn blekkið er tornað, hækka somu fólk skattaprocentið. Hetta rakar somu barnafamiljur, sum fingu bíligari ansingarpláss. Hetta er at geva við aðrari hondini, fyri síðani at taka tað innaftur við hinari.
Nú hava vit í hvussu so er eina greiða ábending um, hvat vit kunnu vænta okkum um hesir flokkar koma til valdi eftir komandi lögtingsval.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, býráðslimur.




