Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór avbjóðing hjá Klaksvíkingi

Jákup Ósá

Klaksvíkingur fer undir eitt kappingarár, har stór útskifting gjøgnum ári ger, at avbjóðingin er størri og kanska meira spennandi enn áður. – Hetta er okkara størsta avbjóðing sáman við fyrsta árinum, sigur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein.

Klaksvíkingur fer undir eitt kappingarár, har stór útskifting gjøgnum ári ger, at avbjóðingin er størri og kanska meira spennandi enn áður. – Hetta er okkara størsta avbjóðing sáman við fyrsta árinum, sigur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein.

Klaksvíkingur hevur verið mest vinnandi báturin hjá 10-mannaførunum seinastu árini. Tvey tey seinastu árini hevur hann vunnið FM heitið, har hann hevur vunnið 13 av 14 stevnum. Leygardagin fara Klaksvíkingur, Suðuroyingur og havnarbáturin at kappast hjá 10-mannaførunum, har stóra kappingin væntast at fara at vera millum Klaksvíking og Suðuroying.

Øðrvísi fyrireikingar

Í vetur hevur verið ivamál um báturin fór at vera mannaður. Men fyri nøkrum vikum síðani gjørdist endaliga avgjørt, at FM vinnarin verður við. Fortreytirnar eru tó øðrvísi í ár. Svein Rógvi Nielsen Ljósstein er ein av teimum mest royndu røðarunum umborð.

– Tað er ógvuliga ringt at siga í ár, hvussu vit eru fyri. Vit eru stutt síðani endaliga mannaðir, og áðrenn Norðoyastevnu hava vit róð lítið í bátinum. Men menninir umborð hava gjørt nógv fyri at vera í góðari venjing. Vit hava eisini fleiri nýggjar mans, sum ikki hava róð við Klaksvíkingi áður. Og fram til Norðoyastevnu hava vit ikki verið fullmannaðir í bátinum, so hetta verður ein stór avbjóðing. Tann størsta saman við fyrsta árinum hjá okkum, vil eg siga, heldur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein. Hann sigur, at báturin væntandi fer at hava útskifting til hvørja stevnu í hesum avbjóðandi kappingarárinum.

Hørð kapping

Hann er saman við fleiri øðrum umborð millum nakrar sum hava verið við øll árini hjá Klaksvíkingi síðani 2006, tá báturin vann FM. Men hugurin er ikki minkaður.

– Tað er samanhaldið, ið tiltrekkir. Tá er stuttligt at vera til venjingar. Men í ár verður uppgávan stór, tí vit vænta harðari kapping enn vanligt. Hesi seinastu árini hava vit merkt, at hinir bátarnir hava lagt nógv fyri at taka okkum, og eg helt at árið í fjør var tað harðasta nakrantíð. Hetta hevur og fer eisini at seta krøv til okkum um at betra okkum og tillaga taktikkin, sigur Svein Rógvi.

Hann væntar serliga harða kapping frá Suðuroyingi.

– Harðasta kappingin fer at koma frá Suðuroyingi vænti eg. Eg trúgvi at teir eru betri fyri í ár enn í fjør, sigur hann.

Norðoyastevnu róðurin

Á Norðoyastevnu leygardagin vísir Svein Rógvi á, at tað er týdningarmikið at koma væl frá róðrinum.

– Okkara málsetningur er at vinna FM. Vit seta ikki nakað mál um at vinna allar stevnurnar. Fáa vit FM heitið, so eru vit sjálvandi væl nøgdir, tí tað er tað týdningarmiklasta. Hini árini hava vit víst, at tað ber til at ikki vinna á Norðoyastevnu og framvegis vinna FM. Men vit hava eisini vunnið bæði FM og Norðoyastevnu róðurin. Hesin róðurin hevur nógv at siga, og tað er umráðandi at vera væl við í fyrstu stevnuni. Verður veðrið gott, so kann væl hugsast, at tríggir bátar koma stavn um stavn inneftir, sigur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein at enda.

Teir sum koma at rógva við Klaksvíkingi leygardagin á Norðoyastevnu eru hesir: John Reid Ziska Jacobsen, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, Jón Syderbø, Mogens Petersen, Sonni Eliasen, Janus Dam-Jacobsen, Høgni Eliasen, Magnus Norðberg, Per Venned, Anfinn Sivertsen og Hjálmar Hátún.