Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór bilstevna í Klaksvík

John William Joensen

Stórsta bilastevnan í Klaksvík nakrantíð, verður hildin komandi vikuskiftið. Framsýningin er opin leygardagin 8. og sunnudagin 9. mai, báðar dagar frá kl. 15.00 til 21.00.

Umframt at bilar verða sýndir fram í KÍ-høllini, verður eisini sýnt fram í Ósá-skúlanum. 8 bilasølur eru við í ár, og eru tær hesar: Berg Motors, Reyni Service, Ivan Johansen, Eyðbjørn Hansen, Meinhardt Arge, Esmar Simonsen, Norðbil og Nordcar.  Umframt hetta hevur Føroya Banki og Trygd ein stand á sýningini.
Ísambandi við bilastevnuna hevur Føroya MC framsýning av motorsúkklum í nýístandsetta Lognbrá, har eisini Carstyling Føroya vísir fram prýðislutir til bilar. Nýggja restaurantin hjá KÍ er eisini opin ímeðan stevnan er opin.
Um veðrið verður til vildar, kunnu fólk fáa møguleika at keypa sær bakseturtúrar á motorsúkklu, eins og skipað verður fyri motorsúkklukoyring fyri børnum. Eisini fer Føroya MC at selja ymiskar fjepparalutir og fotomyndir í Lognbrá, har eisini motorsúkklufilmir verða vístir.
Við skýlið verður eitt sjórænaraskip og karusell sett upp, har fólk kunnu keypa sær undirhald av hesum slagi.
Atgognumerki á 40 kr. er eisini lutaseðil uppá fleiri gávukort frá Shell, ið er ein av stuðlunum til framsýningina. Høvuðsstuðlar eru Føroya Banki og Trygd. Og eins og undanfarin ár, so kunnu tey vitjandi stemma uppá vakrasta bilin í høllini ella í Ósáskúlanum, ið fær steyp til ognar frá fyrireikarunum.
Tað er felagið IRIS, ið aftur í ár skipar fyri stóru bilastevnuni í Klaksvík.

Harleyfacadeacryl