Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór er verðin í smáum gluggum

tidindaskriv

Soleiðis verður kanska sagt um børn, tá ið tey eygleiða tað, sum er næst við. Alt veksur í teirra eygum. Tá ið flytingin fer út í tað kosmiska, upp eftir fjallasíðunum og endar úti í tí tómu rúmd, tá er t.d. Blábjørg størsta fjall í verðini og Ribarhús eitt slott við fleiri prinsessum.

Ribarhús hevur fingið 5 takvindeygu heimeftir ímóti bygdini, har Blábjørg dansar fyri eygunum sum heimsins størsti skulpturur, og húsalonirnar ringja seg sum diamantar undir hesum ediliga fjalli. Hetta er ein sjón fyri eygað, sum 5 fólk, málarar, fara at avmynda sæð frá hesum gluggum. Tey eru: Heðin Kambsdal, Sámal Toftanes, Hergerð Joensen, Marjun í Lambanum og Katrin á Lakjuni. Her sært tú, hvussu vøkur bygdin kann verða sæð við vaksnamanna eygum úr einum glugga á loftinum í Ribarhúsi.

Myndirnar verða seinni seldar fyri hægst bjóðandi. Farið verður undir at mála í morgin, mikudagin, 27. nov frá kl 13:00. Fólk eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið, meðan málað verður.

Víst verður til heimasíðuna hjá Ribarhúsi: www. ribarhus. com

Ribarhús