Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór flogbóltskapping í Klaksvík

John William Joensen

Um vikuskiftið verður stór flogbóltskapping í Klaksvík, og hetta
vikuskiftið verður tað eisini avgjørt hvør hin steypafinalisturin skal
verða í steypafinaluni 14. februar.


Annar finalisturin er funnin, og hjá monnunum er hetta SÍ og hjá Kvinnunum
TB.
Í meistaradeildaliðini hjá monnum er ein bólkur við 5 liðum, og skulu øll
liðini leika ein dyst ímóti hvørjum øðrum leygardagin. Nr. 1 og 2 í
bólkinum skulu síðani leika finalu sunnudagin í KÍ høllini. Av tí at SÍ
longu hevur kvalifiserað seg til finaluna, kann roknast við at við støði í
landskappingini, so verður hitt liðið antin ÍF ella Mjølnir.
Kvinnunar eru uppdeildar í tveir bólkar. Í ørðum bólkinum eru Mjølnir, KÍF
og Fleyr, meðan hin bólkurin er TB, ÍF og Dráttur. Liðini eru seedaði út
frá støðuni í landskappingini við ársskiftið, soleiðis at nr. 1, 4 og 5
koma í ein bólk, og nr. 2, 3 og 6 í hin bólkin.
Innleiðandi koma tvey lið víðari, sum síðani leika ímóti liðum úr hinum
bólkinum. Vinnararnir av hesum dystunum koma í finaluna, sum verður
sunnudagin. Hvat lið fylgir TB í finaluna verður ringt at spáa um, tí
fleiri av liðunum eru jøvn í løtuni.
Í vikuskiftunum verður eisini kappast í 1, og 2. deild í Klaksvík.

Harleyfacadeacryl