Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór framgongd

Jákup Ósá

KÍ spældi í dag venjingardyst móti NSÍ. KÍ vann 3-0 og var stór framgongd at síggja í mun til slaka avrikið í Havn seinasta vikuskiftið.

KÍ spældi í dag venjingardyst móti NSÍ. KÍ vann 3-0 og var stór framgongd at síggja í mun til slaka avrikið í Havn seinasta vikuskiftið.

Fyri einari viku síðani møttust KÍ og NSÍ í dysti í Havn. Tá vann NSÍ 1-0 og burdi sigurin verið væl størri. NSÍ byrjaði við júst somu uppstilling hesaferð. Í einari 4-2-3-1 leikskipan: Kristian Joensen—Monrad H. Jacobsen, Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Einar Hansen—Magnus Olsen, Karl Løkin—Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen, Andy Olsen —Klæmint Olsen.

KÍ; Meinhardt Joensen—Jóhan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Jógvan Isaksen, Ísak Simonsen—Atli Danielsen, Henry Heinesen, Heðin Klakstein—Álvur Christiansen, Hjalgrím Elttør —Petur Andreasen. Í seinna hálvleiki komu Helgi Samson, Ari Samson, Tórur Justesen, Oddmar Marsten og David Langaard á vøllin. 

Hjá KÍ vóru fleiri leikarar ikki tøkir í dag. Men vit sóu fleiri broytingar, ið vóru spennandi og sum vístu seg at virka væl hendan dystin. Í verjupartinum fekk Jóhan Jacobsen møguleikan á høgra bakki, Henry Heinesen spældi verjukendur sentralur miðvalla leikari, Álvur Christiansen spældi á høgri vongi og Hjalgrím Elttør á vinstra vongi. Flestu av hesum broytingum vístu seg at virka væl. Tí í mun til seinasta vikuskiftið, so hevði KÍ nógv betri tak á dystinum.

KÍ vann dystin 3-0. Fyrsta málið kom eftir 10 minuttum, tá Henry Heinesen fangaði ein leysan bólt eftir frísparks innlegg og smekkaði bóltin í málið. Í seinna hálvleiki øki Henry við brotssparki eftir at Álvur Christiansen bleiv feldur. Og móti endanum bleiv 3-0, tá Jens Joensen gjørdi sjálvmál.

NSÍ kom til nakrar møguleikar gjøgnum dystin, men KÍ var betra liðið og tóktust broytingarnar á liðinum at gagna spælinum. So sigast má, at framgongdin var stór í mun til minni góðu avrikini í venjingarkappingini fyri viku síðani.

Harleywoodpaint