Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór framsýning á Snørisvirkinum letur upp kl. 13

Norðlýsið

Snørisvirkið spílar seg út á tørradøgunum við framsýning av teyma og línuframleiðslu.

Umframt tær báðar framsýningarnar av fiskireiðskapi, ið eru í Leikalund og á JF Kjølbro Heilsølu, stílar Snørisvirkið eisini fyri forvitnisligar framsýning av fiskireiðskapi. 

Høvið verður at síggja línu og teymaframleiðslu. Á Snørisvirkinum kanst tú á torradøgnum síggja hvussu lína og teymar verða framleiddir, sum í dag verða brúkt í fiskivinnu okkara. Eisini kann mann síggja hvussu svøvlar verða settir á línuna. 

Harafturat verður eisini møguleiki at síggja annan fiskireiðskap bæði til vinnulig endamál eins og frítíðarfiskarar. 

Tey sum koma inná gólvið á Snørisvirkinum fáa sjálvandi ein kaffimun og eitt prát við starvsfólkini um fiskireiðsskap og annað.



Øll eru hjartaliga vælkomin